Tvey álit úr fíggjarnevndini

Andstøðu- og samgongulimirnir fara at leggja fram hvør sítt álit um fíggjarlóg úr Fíggjarnevndini seinnapartin í dag.

Tað verður allarhelst seinnapartin, at álitið um fíggjarlóg fyri komandi ár verður lagt fram í Løgtinginum. Tað viðgongur Kristina Háfoss, tingfólk fyri Tjóðveldi og næstforkvinna í fíggjarnevndini.

 

Men tað verður ikki ein samd fíggjarnevnd, sum fer at leggja fram álit. Andstøðulimirnir í fíggjarnevndini frá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi hava saman við Framsókn orðað sítt egna álit og fara at bera hetta fram í Løgtinginum seinnapartin.

 

- Tað kemst ikki uttanum, at vit eru ósamd við førda politikkinum hjá samgonguni. Tískil fara vit eisini at leggja fram eitt álit um fíggjarlóg, har serliga karmarnir á útreiðslu og inntøkusíðuni koma at síggja øðrvísi út enn ta frá samgonguni, uttan at vit ynskja størri hall enn samgongan, sigur Kristina Háfoss.