Bjarni Skála
--------
Eg vil bara við hesum vísa á, hvussu harmur er eri um, at nýggi leiðarin í Herberginum hjá Frelsunarherinum hevur tveitt meg á dyr. Eg havi búð har í níggju mánaðir og verið edrúur alla tíðina. Eg hevði tað so gott, og eg var sera fegin um at búgva har.
Eg veit, at øll starvsfólk og øll sum búgva har stuðla mær. Eg havi hildið meg til reglarnar og verið edrúur alla tíðina, meðan eg havi búð har. Nýggi leiðarin segði, at eg skyldaði húsaleigu, men tað var ein lítil trupulleiki, sum eg lovaði at rætta beinanvegin - og sum var ein feilur hjá bankanum.
Nú eri eg ein maður, sum er koyrdur niður í øskuna, og tað harmar meg nógv.










