Tveittu bensinbumbur eftir nýføddum

Týsnáttina royndi onkur at seta eld á eina sjúkrahússtovu í Glostrup, har tríggjar mammur lógu við nýføddu børnum teirra

Tvær bensinbumbur vórðu um hálvgum trý tíðina tveittar móti einum rúti á Amtssjúkrahúsinum í Glostrup. Rúturin brotnaði, men fløskurnar komu ikki inn á stovuna.

Konurnar, sum lógu á stovuni, vóru skelkaðar av larminum, og tá ein vaktarmaður fór at kanna eftir, hvat hent var, fann hann fløskurnar, men hann sá einki til gerningsmenninar.