Tað vóru vónir um ein gullrús hjá teimum polsku vektlyftarunum í OL, nú teir russisku íðkararnir ikki eru við. Nú vísir tað seg tó, at teir mest sannlíkt eisini verða útihýstir úr OL – av somu orsøk, nevniliga doping.
Heiðursmerkjavónin Tomasz Zielinski er tveittur úr kappingini vegna doping, og tað er eykamaðurin Krzysztof Szramiak eisini. Í dag eru ákærur komnar undan kavi um, at OL-gullvinnarin frá London í 2012, bróður Tomasz, Adrian Zielinski, eisini er ella hevur verið dopaður.
- Eg svørji, at eg ongantíð havi tikið nakað. Tað má vera nakað, sum er blandað upp í mítt kostískoyti. Eg hevði verið ein idiot, um eg dopaði meg, nú eg havi møguleika fyri heiðursmerkjum. Hetta má vera ein samansvørjing ímóti polskum vektlyftarunum, sigur Adrian við polska blaðið PAP.
Hóast tað enn ikki finnast prógv fyri at hann er dopaður, so verður hildið, at polska ítróttarsambandið av trygdarávum fer at taka hann úr kappingini.
- Hetta er ein skelkur hjá okkum. Eg kann vedda mítt lív upp á at Adrian ikki hevur tikið nakað, men eg ivist í, um hann sleppur at luttaka leygardagin, sigur venjari hansara, Jerzy Siliwinski, við polska blaðið.