Eitt er, at borgarstjórar bjóða hvør øðrum av á Facebook at loypa á sjógv. Men Sigmund Jacobsen í Klaksvík fór enn longur – og hann torir meira, enn borgarstjórin í Havn, sum ikki troystaði sær í kalda sjógvin.
Leygardagin giftust Sigmund og Jastrið Jacobsen – og fyri at takka fyri allar heilsanirnar Sigmund ikki matari enn at tveita brúðrina á bláman. Sjávlur leyp hann aftaná.
TRÝST HER fyri at síggja Sigmund tveita konuna á bláman.
Hann skrivar soleiðis á Facebook:
»Eg og Jastrið Jacobsen takka so miriliga fyri nomineringina Unnur Sjúrðardóttir Fonn og Theodor Fonn!! Vit tíma væl í biograf saman við tykkum, men eftirsum at veðrið var so gott, so taka vit útfordringina upp! Vit senda nomineringina víðari til Steinvør Fonn og Levi Joensen, Shari Mikkelsen og Guttorm Eliassen, Sofía Purkhús og Dion B. Splidt!! You know the drill!«










