Tveita rusk frá nátum í náttúruna

Tað var ikki nøkur tespilig sjón, sum møtti fólki, sum vitjaði grótbrotið í Sandavági í góðveðrinum í gjáramorgun.

 

Eftir øllum at døma er torført at sleppa av við alt burturkasti frá nátunum, sum verða royttir um landið í hesum døgum. Í Sandavági hevði so onkur tveitt tríggjar posar við havhesta fjaðrum og rovum norð í grótbrotið í Sandavági. Fuglur hevði sjálvandi sett á posarnar, so fjarðar rókust runt í økinum.

 

Vága kommuna heitir á fólk, um at vísa samfelagssinni og beina alt avfall á umhvørvisplássið og ikki tveita tað í náttúru okkara.

 

Í grótbrotinum liggur eisini annað órudd. Kommunan fer í komandi viku at rudda grótbrotið.