Linda Andrews skal syngja sangir hjá Sannu Salomonsen og Natashu Bedingfield Linda Andrews og hinir luttakarnir í X-Factor kappingini hava havt sína strævnastu viku higartil. Fyri fyrstu ferð skulu tey royna seg tvær ferðir á pallinum.
Og gestalærumeistarin hesa vikuna, hevur ikki verið frú hvør sum helst. Tað er eingin annar, enn væl kenda danska sangkvinnan, Sanne Salomonsen, sum hevur lagt X-Factor luttakarunum lag á. Í annaðkvøld vera tað bert hyggjaraatkvøðurnar, sum gera av, hvør kemur víðari til finaluna. Sangskráin í annaðkvøld sær soleiðis út :
MOHAMED: Efter festen (Sneakers)
SIDSEL: Kærligheden kalder (Sanne Salomonsen)
LINDA: Hvis du forstod (Sanne Salomonsen)
ABC: Taxa (Sanne Salomonsen)
MOHAMED: Dirty Diana (Michael Jackson)
SIDSEL: Tom´s Diner (Suzanne Vega)
LINDA: Unwritten (Natasha Bedingfield)
ABC: I´m Yours (Jason Mraz)
Sanne Salomonsen sang við í Sneakers, og vera teir fyrstu fýra sangirnir sostatt sangir, sum hon hevur sungið.










