Tveir Vodafone-dystir í dag

Størsta uppgávan er kanska tann hjá 07 Vestur, sum byrjar sítt fyrsta ár í fremstu deildini við at spæla á útivølli móti greipuvinnarunum úr EB/Streymi. Hesin dysturin byrjar klokkan 16.00.

Hin dysturin er í Havn, har B36 tekur ímóti AB, og hann byrjar klokkan 15.00.