Á Sandi stilla tveir listar upp til kommunuvalið hin 10. november, listi A og listi C, sum teir verða róptir. Onkur onnur ár hava fleiri enn tveir listar verið í kommununi.
Á lista A eru hesi valevni: Anja Sandoy, Bjarki Henriksen, Evald Fróði Sólvitsson, Eyðvarur Petersen, Fríði Nolsøe, Jógvan Woxnæs Olsen og Poul Klementsen, sum í løtuni er borgarstjóri í Sands kommunu.
Á lista C eru hesi valevni: Emil Simonsen, Hanna á Reynatúgvu, Heri Sverrason, Hildigerð Djurhuus, Hanus Johannessen, Jens Petur Selfoss, Jákup av Kák og Kristian Oskar Henriksen.
Borgarstjórin í Sands kommunu seinastu seturnar, Brandur Sandoy, stillar ikki upp aftur, og tað ger Páll á Reynatúgvu, sum hevur verið burtur úr kommunalpolitikki í nøkur ár, heldur ikki.
Soleiðis, sum sæst á nøvnunum á hesum báðum listum, er ein kvinna á lista A, Anja Sandoy - og tvær á lista C, Hanna á Reynatúgvu og Hildigerð Djurhuus. Restin av valevnunum, sum bjóða seg fram, eru menn.