KÍ hevur skrivað sáttmála við tveir útlendingar. Tað skrivar felagið á heimasíðu síni ki.fo.
Talan er um áleyparan Valerijs Sabala, og verjuspælaran Dmytro Lytvyn.
Dmytro Lytvyn er 25 ára gamal og úr Ukreina. Hann hevur havt sín fótbóltsuppvøkstur í stórfelagnum Dynamo Kijev, og hevur síðan spælt fyri 9 onnur feløg, seinast í næstbestu deildini í Russlandi. Lytvyn hevur spælt ein U21-landsdyst fyri Ukreina.
Valerijs Sabala er 27 ára gamal og er úr Lettlandi. Sabala er ein málsøkin áleypari við nógvum altjóða royndum. Gjøgnumbrotið var fyri Skonto Riga fyri tíggju árum síðan, har hann var millum toppskjúttarnir í bestu deildini í Lettlandi.
Seinni skrivaði hann sáttmála við Belgiska stórfelagið Club Brügge, men har leikti hann ongan dyst. Sabala hevur leikt fleiri U-landsdystir og 52 A-landsdystir fyri Lettland, har hann hevur skorað 13 mál.