Tveir tunlar í Suðuroy skulu bjóðast út ísenn

Tað hevði verið eitt stórt mistak ikki at gjørt tað, halda politikarar

Tað varð staðfest, nú Løgtingið samtykti fíggjarlogina fyri næsta ár. Og tað verður ikki rúm tíð, áðrenn tunlarnir verða bjóðaðir út, tí arbeiðið at gera Hvalbiartunnil skal byrja næsta ár, men so verður full ferð sett á í 2019.

 

Bjarni Hammer, sum er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, staðfesti, at semja er um at bjóða Hvalbiartunnilin og Fámjinstunnilin út í einari arbeiðstøku.

 

Tað er metingin hjá samgonguni, at sum heild verður arbeiðið bíligari tá ið farið verður undir Fámjinstunnilin eisini, samstundis sum at amboðini at gera Hvalbiartunnilin eru í Suðuroy kortini.

 

Tingmenn bóru upp á mál, at tann mistakið mátti ikki henda aftur, at Fámjinstunnilin ikki vórðu boraðir, tá ið amboðini vóru í Suðuroy kortini í sambandi við Hovstunnilin.

 

Henrik Old, landsstýrismaður, sigur, at Fíggjarnevndin hevur sett í kortið, at báðir tunlarnir skulu bjóðast út ísenn. Og hann leggur afturat, at tað letur seg væl gera, men fortreytin er sjálvsagt, at peningur verður játtaður til endamálið.

 

Hann sigur annars, at í vár verður arbeiðið at gera arbeiðsvegin til Hvalbiartunnilin bjóðast út. Talan er um tveir kilometrar av vegi, sum skulu gerast Hvalbiarmegin, so tað er einki at bíða við at fáa arbeiðið boðið út, sigur hann.