Tað ber væl til at lokka pápar at fara í barsilsfarloyvi
Tað vísir ein kanning, Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina.
Samgongan ætlar at broyta barsilsskipanina og ein broyting er, at seks vikur av farloyvinum skulu markast til pápan.
Tekur pápin ikki av tilboðnum, fella hesar seks vikurnar burtur, tí mamman kann ikki yvirtaka tær.
Sum tað sæst í aðrari grein á in.fo vilja meiri enn helvtin av føroyingum sjálvi gera av, hvussu barsilsfarloyvi skal býtast ímillum mammu og pápa.
Men Gallup kanningin vísir eisini, at er treytin, at antin fara pápar í farloyvi, ella fellur farloyvi burtur, høvdu tveir triðingar av pápunum, ella 63 prosent, tikið av.
Hinvegin høvdu 22 prosent ikki tikið av og høvdu heldur viljað mist tær seks vikurnar í barsilsfarloyvi og 15 prosent hava ikki tikið støðu.
Hetta er rættiliga javnt býtt ímillum kynini.
Tey, sum ikki taka av, hava rættiliga ymiskar orsøkir til at gera tað.
Heili 41 prosent siga, at tað letur seg ikki gera hjá pápanum at fara í barsilsfarloyvi, tí hann kann ikki fara úr arbeiði.
Men so merkiligt tað ljóðar, eru tað nógv fleir kvinnur, sum hava hesa fatanina. Sjálvir halda nógv teir flestu menninir, at tað ber væl til.
Men nakrar kvinnur halda rætt og slætt, at pápar skulu ikki fara í barsilsfarloyvi, tí tað er ikki vanligt
Hinvegin halda nógv teir flestu menninir, at mamman dugir betri at passa børn og at teir tískil ikki vilja fara í barsilsfarloyvi.
Men so eru tað eisini tey, sum ikki ætla sær fleiri børn og sostatt hevur tað ongan týdning fyri tey longur.