Tað vísir veljarakanningin, sum spyr.fo gjørdi hósdagin.
Í kanningini, sum vit almannakunngjørdu her á in.fo í gjár, missir samgongan meirilutan á tingi. Sambandsflokkurin er størsti taparin við eini afturgongd upp á 2,4 prosentstig, sum kostar løgmansflokkinum ein tingsess. Tað er eisini nóg mikið til, at samgongan missir meirilutan. Fólkaflokkurin hevur eina lítla framgongd og varðveitir sínar 8 tingsessir. Miðflokkurin hevur eina lítla afturgongd, men varðveitir sínar báðar tingsessir.
Les eisini: Veljarakanning: Samgongan hevði mist meirilutan
Veljarakanningin vísir, at Javnaðarflokkurin framvegis er størsti flokkur í Havn. Javnaðarflokkurin hevur í Tórshavnar kommunu somu undirtøku, sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin hava tilsamans, 29 prosent. Í restini av landinum fær flokkurin tó eisini góða undirtøku, 24 prosent.
Tjóðveldi, sum ikki stóð seg so væl í kanningini, stendur seg kortini væl í Tórshavnar kommunu, har flokkurin fær 26 prosent. Tað er meira enn tað dupulta av tí, sum flokkurin fær í restini av lainum, har Tjóðveldi bara fær 12 prosent.
Fólkaflokkurin, sum í kanningini fær 17 prosent í Tórshavnar kommunu, stendur seg sera væl uttan fyri Tórshavnarøkið, har flokkurin fær 30 prosent av atkvøðunum sambært kanningini.
Framsókn, sum fær 12 prosent undirtøku í Tórshavnar kommunu, fær bara 3 prosent undirtøku í restini av landinum, sambært kanningini.
Sambandsflokkurin fær eisini munandi størri undirtøku uttan fyri Havnina. Har er býtið sambært kannigini 12 prosent í Tórshavnar kommunu og 22 prosent í restini av landinum.
| Tórshavnar kommuna | Restin av Føroyum |
A: Fólkaflokkin | 17% | 30% |
B: Sambandsflokkin | 12% | 22% |
C: Javnaðarflokkin | 29% | 24% |
D: Sjálvstýri | 1% | 3% |
E: Tjóðveldi | 26% | 12% |
F: Framsókn | 12% | 3% |
H: Miðflokkin | 3% | 6% |
| 100,0% | 100,0% |
|
|
|
| Óvissa: upp til 5,3% |
|