Tveir triðingar av heildarveiðuni í 2012 var uppsjóvarfiskur

Í 2012 fiskaðu føroysk skip samanlagt 360 túsund tons á øllum leiðum. Hetta er áleið tað sama sum í 2011, tá veiðan varð 355 túsund tons. Í mun til 2011 eru serliga nøgdirnar á sild, lodnu og svartkjafti øktar - tilsamans um 60 túsund tons, meðan størsta minkingin var í veiðuni eftir makreli, upsa og gulllaksi, tilsamans um 30 túsund tons.

Sum mynd og talva niðanfyri vísa, er heildarveiðan minkað munandi síðan metárini 2003-07, tá heildarveiðan var um 600 túsund tons árliga. Orsøkin til hetta er einamest, at føroysk skip hava fiskað nógv minni av svartkjafti seinnu árini. Frá at hava fiskað í miðal omanfyri 300 túsund tons av svartkjafti árini 2003-07, var henda veiðan í 2012 einans 43 túsund tons. Hetta er tó nakað meiri enn í 2011, tá bert 16 túsund tons av svartkjafti vóru landaði. Kvoturnar av svartkjafti fara væntandi at økjast nakað komandi árini, so væntast kann, at nøgdirnar av svartkjafti verða vaksandi. Svartkjaftakvotan hjá føroyingum fyri 2013 er 155 túsund tons.

Størsti parturin av heildarveiðuni, 184 túsund tons, varð fiskaður í ICES øki Vb1b og Vb2, sum er føroyski landgrunnurin og Føroya banki. Lesarin skal hava í huga, at heildarveiðan verður gjørd upp eftir ICES økjum. Føroyskt sjóøki er eisini í ICES IIa, Iva og Va. Harafturat verður nakað av veiðuni á Hatton Bank og í altjóða sjógvi í Irmingarhavinum roknað at verða veitt í føroyskum øki.

Av hesum 184 túsund tonsum í føroyskum øki taldi upsi um 38 túsund tons, sild 37 túsund tons og svartkjaftur góð 34 túsund tons.?Næst størsta fiskileið hjá føroyingum í 2012 var ICES øki IIa1 og IIa2 (Eysturgrønland, Jan Mayen og Norskahavið), har góð 100 túsund tons vóru fiskað, herav góð 81 túsund tons var makrelur.

Út við 2/3 av heildarveiðuni í 2012 er uppsjóvarfiskur. Av hesum er makrelur við góðum 107 túsund tonsum tann størsti parturin.

Botnfiskasløgini telja millum 25 og 30 prosent av heildarveiðuni, og er upsi um 40 túsund tons og toskur smá 30 túsund tons størsti parturin av nøgdini.

Av heildarveiðuni er fiskiskapurin eftir toski og hýsu minkaður seinnu árini. Toskurin er minkaður áleið eina helvt síðani 2003, frá 58 túsund tonsum niður í 30 túsund tons í 2012. Hýsunøgdin er hesa tíðina minkað heilt úr 30 túsund tonsum niður í smá 5 túsund tons.

Tað er í føroyskum øki, at fiskiskapurin eftir toski og hýsu er minkaður mest. Stórsti parturin av toskinum verður nú fiskaður í Barentshavinum. Upsafiskiskapurin er nærum einans á føroyskum øki og varð heilt góður árini 2005-2009 – nærum 70 túsund tons í meðal hesi árini. Seinastu trý árini er upsafiskaskapurin minkaður úr 65 túsund tonsum í 2009 niður í góð 40 túsund tons í 2012.??Av tí at upplýsingar ikki eru tøkir um virðið á øllum tí partinum av heildarveiðuni, ið er uttan fyri avreiðingarskipanina, ber ikki til at gera landingarvirðið av samlaðu heildarveiðuni upp.