Tveir tilburðir við nýggja koronubrigdinum í Bretlandi

Koronubrigdið Omikron, sum varð funnið á fyrsta sinni í Suðurafrika, er í dag eisini skrásett í Bretlandi

 

 

Í Bretlandi hava tey í dag skrásett tveir tilburðir við koronubrigdinum Omikron.

Tað sigur bretski heilsumálaráðharrin, Sajid Javid.

Hildið verður, at teir báðir tilburðirnir hava samband hvør við annan.

Omikron, sum eisini hevur fingið navnið B.1.1.529, varð fyrstu ferð funnið í Suðurafrika. Óttast verður fyri, at hendan útgávan smittar sera illa.

Í Belgia skrásettu tey í gjár brigdið sum tað fyrsta landið í Evropa. Í Týsklandi og Kekkia halda tey seg eisini hava funnið brigdið. Tað kann tó ikki endaliga staðfestast, fyrr enn fleiri greiningar eru gjørdar av positivu royndunum.

/ritzau/Reuters