Tá ið Norrøna kom aftur av ársins jólatúri í gjárkvøldið, stóð løgreglan fyri ferðafólkunum. Og tey vistu so dánt hvørjum tey skuldu hyggja eftir, tí tey høvdu fingið eitt prei um, at onkur av ferðafólkunum fingust við rúsevni. Og tað endaði við, at tveir mans vórðu tiknir við smærri nøgdum av hassji uppi á sær.
Løgreglan sigur, at nøgdirnar vóru so smáar, at tað helst hevur verið til egið brúk, hvør av monnunum hevði minni enn fýra gramm uppi á sær. Vanliga verður so lítið brot á rúsevnalógina revsað við bót, men løgreglan kanna nú um menninir eru revsaðir fyri sama slag lógarbrot áður og eru teir tað, kann revsingin verða herd samsvarandi
Annars hava fleiri bilar verið fyri herverkið seinastu tíðina og aftur í gjár var herverk framt á ein bið við tað at síðan var skøvað. Enn er ongin tikin fyri herverkini. |