Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Eftir øllum at døma gjørdist bátastevnan í Vestmanna í so vátlig hjá summum.

Í hvussu er høvdu tveir bilførarar tikið í so nógv til sín av tí váta slagnum, tá løgreglan steðgaði teimum í nátt.

 

Løgreglan staðfesti, at menninir vóru ávirkaðir av rúsdrekka, og teir verða skuldsettir eftir reglunum.

 

Teir báðir bilarnir vóru á veg úr Vestmanna, tá teir blivu steðgaðir. 

 

Á løgreglustøðini í Havn siga tey, at annars hevur náttin verið friðarlig.