Nógvir greiðir favorittar eru í 1/8-finalunum í kappingini um Løgmanssteypið, men serliga tveir dystir verða spennandi har. Tað heldur Bill McLeod Jacobsen, nú fyrrverandi U21-landsliðsvenjari, sum í kvøld hevur fylgt við lutakastinum úr Farum, Danmark, har hann er á námsferð í sambandi við sína Pro Licence-útbúgving.
- Teir mest spennandi dystirnir eru heilt greitt EB/Streymur – Skála og 07 Vestur – NSÍ. Sundalagsmenn vilja prógva, at teir eru við aftur og vilja bjóða miðliðunum av í ár. 07 Vestur hevur styrkt seg markant og hetta verður ein styrkiroynd hjá teimum. Skála og NSÍ eiga at vinna greitt, men steypakapping er steypakapping, so hetta verður spennandi, heldur Bill.
- Suðuroyarliðið eigur at vinna á AB, men spennandi verður eisini at fylgja teimum í fyrstu umførunum og í steypakappingini. Víkingur, B36, HB, ÍF og KÍ eiga at vinna greitt, um tey vilja nakað í ár. Men tað er jú sjarman við steypakappingini, at alt kann henda, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Les eisini: Hesi hittast í steypakappingini










