Tveir spanskir læknar, sum vóru í hjálpararbeiði í Somalia, eru nú leyslatnir eftir at hava verið gíslar síðan oktober 2011, skrivar Reuters.
Tær báðar Montserrat Serra og Blanca Thiebaut vórðu burturfluttar, tá tær arbeiddu í eini flóttafólkalegu har eysturi í Kenya, sum hevur mark móti Somalia.
- Báðar eru latnar leysar og hava tað gott, og nú vilja tær sum skjótast sleppa aftur til síni kæru, siga Læknar uttan Landamørk í tíðindaskrivi.
Felagsskapurin fordømir álopið á tær báðar, sum vóru í Dadaab og veittu túsundtals flóttafólki læknahjálp, skrivar felagsskapurin.
Somalia hevur leingi verið illa plágað av blæði burturflytarum og sjórænarum.