Enska Premier League felagið, Manchester City boðar frá á sínari heimasíðu, at tveir av fremstu spælarum felagsins, Kyle Walker og Gabriel Jesus hava fingið staðfest Korona.
Haraftrat hava tvey fólk í toyminum kring hópin hjá Manchester City eisini fingið staðfest Korona.
Manchester City boðar frá, at øll fýra eru farin í sóttarhald.
Bæði Kyle Walker og Gabriel Jesus vóru á vøllinum farna týskvøld tá Manchester City vann seg í hálvfinaluna í Liga Cup kappingini aftaná sigur á Arsenal.
Í annaðkvøld klokkan 20 tekur Manchester City móti Newcastle United á Etihad leikvøllinum í Manchester, men tað verður uttan Kyle Walker og Gabriel Jesus.
Høvuðsvenjarin hjá Fulham, Scott Parker er eisini farin í sóttarhald aftaná at hava fingið staðfest, at ein persónur sum vitjaði heim hansara hevur fingið staðfest Korona.
Scott Parker fekk tó staðfest, at hann er testaður negativt fyri Korona, og tí ætlar hann at standa við síðulinjuna í dystinum móti Tottenham 30. desember um hann verður testaður negativt eina ferð aftrat.
Hjálparvenjarin, Stuart Gray kemur at standa á odda fyri Fulham í heimadystinum móti Southampton í morgin klokkan 15.