Tveir nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Báðir persónarnir hava samband við hvønn annan. Ein teirra er komin til Føroya úr útlondum herfyri. Tey smittaðu eru avbyrgd, og Landslæknin er í gongd við smittusporingina.
Í gjár vórðu 303 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 157.689 kanningar gjørdar.
Tilsamans hava nú 497 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 493 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru fýra persónar smittaðir í løtuni.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna