Tveir skúlar í Suðuroy fáa nú munandi betri umstøður

Bæði í Vági og á Tvøroyri verður arbeitt við ætlanum

Nú verður sjøtul settur á at útvega nýggj høli til tveir skular í Suðuroy. Nú Fíggjarlógin er til endaliga viðgerð í Løgtinginum, eru allir flokkar samdir um at seta 750.000 krónur av til arbeiðið at fyrireika nýggjan skúlabygning til Føroya Eftirskúla á Tvøroyri. Somuleiðis verða 750.000 krónur settar av til at útvega ítróttarháskúlanum í Suðuroy nýggj og rúmligari høli.

 

Á ítróttarháskúlanum hava tey arbeitt í ein tíð við at úvega betri høli til skúlan. Eftir ætlan skulu tey vera á Gørðinum, beint við har ítróttarháskúlin hevur miðsavnað sítt virksemi, og har høli eru til taks til endamálið. Ætlanin er nevniliga at keypa gamla vaskiskúrðin á Gørðunum til endamálið.

 

##med2##

 

Hetta er ein ætlan, tey hava arbeitt við leingi, men tað kom ikki víðari, tí Landsverk metti, at byggikostnaðurin, sum var ásettur, var ov bíligt og tí at vaskiskúrðurin liggur so lágt, at vandi er fyri vatnflóð tá ið tað er flóð.

 

Men tey siga, at tískil hava tey gjøgnumgingið ætlanina eina ferð afturat. Í hesum sambandi hevur landmátari staðfest, at gólvið í skúlabygninginum er 1,8 metrar hægri enn miðal vatnstøða er á Vágsfjørði. Á Vágsfjørði er tað er munurin ímillum flóð og fjøru 0,6 metrar.

 

##med3##

 

Tey hava eisini roknað seg fram til, at verkætlanin fer at kosta slakar 13,2 milliónir við mvg. Í løtuni er skipanin tann, at háskúlar fáa ikki mvg’ið afturgoldið í smb. við skúlabygningar.

 

Tey siga í upplýsingum til Løgtingið í sambandi við fíggjarætlanina, at í samráð við Jenis av Rana, landsstýrismann, er ætlan løgd um at fáa gongd á arbeiðið við skúlabygninginum. Tey hava eisini sent Løgtinginum upplýsingar um ætlanina. 

 

##med4##

 

Tey siga, at næsta ár er ætlanin at keypa bygningin og at gera hann kláran til at byggja um og at byggja út Í 2023 verður farið verður undir arbeiðið og í 2024 verður hann liðugur.

 

Myndirnar vísa, hvussu tey hugsa sær, at bygningurin fer at síggja út, bæði innan og uttan.

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##