Tveir skúrar skulu takast niður

Økt ferðsla hevur fingið Sands kommuna at gera nøkur átøk at bøta um ferðslutrygdina í bygdini.

Sands kommuna hevur samtykt at taka undir við einari avtalu við eigaran av ognini Undir Reynum 1. Avtalan inniber, at eigarin tekur niður og burturbeinir skúrin, sum stendur við vegamótið Heimasandsvegur/Undir Reynum.

 

Við í avtaluni er eisini, at Sands kommuna keypir nakrar fermetrar av lendinum, soleiðis at ein góð hornaavskering verður á hesum vegamóti suðureftir. Avtalað er, at skúrurin verður tikin niður fyri 1. november í ár. 

 

- Við hesum verður vegamótið munandi ferðslutryggari, tí útsýnið á leiðini verður væl betri, siga tey í Sands kommunu.

 

Samtykt er eisini at taka niður óvirknað wc-skúrin, sum stendur sunnan fyri skúlatúnið í gamla skúla, Undir Reynum, har frítíðarskúlin hjá Sands kommunu húsast.

 

- Skúrurin stendur illa fyri, nú ferðslan niðan á Vatnsrygg og yvir til Klovningarstein er nógv økt av veksandi virkseminum um hesar leiðir, siga tey í Sands kommunu.

 

Samtykt er, at tað verður Finnleif Fagradal, sum kemur at standa fyri niðurtøkuni og burturbeiningini av wc-skúrinum, og ætlandi byrjar hetta arbeiðið fyrsta dagin.