Tveir skúlar í kreativum samstarvi

Tórshavnar Kvøldskúli skipar saman við Tekniska Skúla í Havn fyri kollveltandi fotoverkætlan

Í vetur hava níggju fotonæmingar hjá Tórshavnar Kvøldskúla tikið myndir í Listaskálanum í Havn og Plantasjuni uttan um skálan av modellum, sum Tekniski Skúli í Havn hevur útvegað.

Næmingar á Tekniska Skúla hava sett modellunum hárið og lagt teimum smyrsl og makeup.

Verkætlanin hjá teimum báðum skúlunum er bæði ein spennandi og kreativ roynd, tí modellirnar hava poserað fyri fotografunum í eini eind av listumhvørvi og teirri tíðum so veðurbardu lundini miðskeiðis í Havn.

- Tað ansvekjandi, eygnarívandi, ráa úrslitið er ein merkisverd harmonisk kontrast, ið hevur verið ein sera væleydnað avbjóðing í verkætlanini hjá skúlunum, verður sagt, nú fyrstu úrslitini av verkætlanini síggjast.

Endamálið við fotoverkætlanini er at menna og hevja tvørfakligt samstarv millum skúlar, her tað kreativa stendur í fremstu røð, og næmingar fáa innlit í, hvat ein slík verkætlan fevnir um í slíkum átaki.

Tað er Tórshavnar Kvøldskúla, sum saman við fotografinum og lærara teirra, Jón Kragesteen Joensen, hava skipað fyri.