Gongst soleiðis sum kommunan ætlar, verða stórar broytingar innan skúlaskipanini framdar hetta komandi árið:
Ætlanin er nevniliga, at skúlarnir í teimum báðum størstu bygdunum í kommununi verða lagdir saman longu komandi skúlaár - tað er: frá skúlaárinum 2012/13 at rokna.
Eftir at hava arbeitt við hesi ætlanini í longri tíð, boðaði kommunan mánadagin Mentamálaráðnum frá, at býráðssamtyktin, sum varð gjørd 27. juni í ár nú er endaliga staðfest.
Henda samtyktin hevði tað við sær, at ein skal niðurleggja skúlan í Gøtu og skúlan í Leirvík, soleiðis at teir kunnu endurstovnast aftur undir einari felags skipan.
Tær fyrstu tillagingarnar til hesa skipanina eru longu tiknar. Í fjør varð til dømis innskúlingin flutt til Leirvíkar, har næmingarnir ganga úr 1. upp í 3. flokk.
340 næmingar
Arbeiðið við hesi nýskipanini byrjaði í roynd og veru fyri hálvumtriðja ári síðani.
Fyrsta stigið í so máta var flytingin av innskúlingini, samstundis sum næmingarnir í 4. til 7. flokk ganga í Gøtu skúla.
Í dag finst eingin framhaldsdeild í Eysturkommunu, og tí fara næmingarnir til Fuglafjarðar skúla tey seinastu 2-3 árini í fólkaskúlanum.
Sum skilst á borgarstjóranum, Jóhan Christiansen er ætlanin at menna skúlarnar enn meiri í framtíðini.
Óhugsandi er tí ikki, at ein í framtíðini fer at hava ein felags 10. flokk, eins og ein hevur gjørt suðuri í Havn við nýggja tilboðnum, sum nevnist NámX.
Í hesum føri er ynskið at skipa ein felags 10. flokk fyri alla Eysturoynna, og møguliga eisini Norðoyggjar.
Hesum hugskotinum tekur Johan Christiansen eisini undir við.
Í løtuni eru 240 næmingar í barnaskúlanum í Eysturkommunu. Umframt hetta ganga umleið 100 næmingar í framhaldsdeildini í Fuglafirði.
snorri@sosialurin.fo
fyri seg
Citat
"Óhugsandi er tí ikki, at ein í framtíðini fer at hava ein felags 10. flokk, eins og ein hevur gjørt suðuri í Havn við nýggja tilboðnum, sum nevnist NámX
fyri seg
myndatekstur
FELAGS
Ætlanin er nú at savna skúlarnar í Leirvík og Gøtu undir einari felags leiðslu