SÍ-Mjølnir 3-0 (25-22, 25-18 og 25-18)
SÍ-Dráttur 3-1 (25-21, 20-25, 25-23, 25-15)
Venjarin hjá SÍ hevði valt at seta Karina Mikkelsen á bonkin, í fyrsta dystinum um vikuskiftið, til tess at hvíla hana til dystin móti Drátti, og tað merkti dystin í Sørvági leygardagin. Men tær sum skulu taka yvir, tær smæðast ikki burtur, og serliga var tað unga Annika Niclasen, ið kom til sín rætt, tá hon takkaði fyri víst álit, og við góðum móttøkum og álopsspæli var hon við til at koppa Mjølni.
Mjølnirliðið hevur nógvar ungar leikarar, men tað var eisini pláss fyri einum meira kendum ísletti. Tað var ”Frøkun Flogbóltur” sjálv Marjun Kalsø, ið trein inn á vøllin at avloysa unga hevarin eina løtu. Men heldur ikki Marjun kundi venda gongdini, og sjálvt um SÍ ikki spældi sprutlandi góða spælið, tær eru kendar fyri, so megnaðu tær at vinna sannførandi 3-0.
Grannauppgerð
Í grannadystinum sunnudagin tóktust sørvágskvinnur meira klárar og tendraðar, og dugdu væl at nýta feilirnar hjá Drátti, til egnan fyrimun. Dysturin endaði við 3-1 sigri til heimaliðið SÍ, og kósin er harvið hildin móti meistaraheitinum. Eins og ein grannauppgerð eigur at vera, so var eisini hesaferð. Spenningur og intensitetur, men SÍ gjørdu, sum so ofta fyrr. Tær drógu longra stráðið og vunnu 3-1.
Dráttur kom aftur
Sunnudagin spældu Dráttur sín seinna dyst um vikuskiftið, og tað ferðina var tað móti ungu tvørágentunum úr TB. TB høvdu eins og mong onnur, tveir dystir um vikuskiftið, og fyrsti teirra var í Havn móti Fleyr, ið suðuroyargenturnar vunnu 3-1. Men móti Drátti var ikki nemt hjá gentunum fyri sunnan. Tær royndu hvat tær vóru mentar, men tað rakk bert til tað eina settið, og vann Dráttur sostatt ein av sínum tveimum dystum um vikuskiftið.
SÍ-ÍF 3-2 (22-25, 25-23, 23-25, 25-18, 15-09)
---------
Ein klassiskur 5-settari
SÍ vann um vikuskiftið ein sera týdningarmiklan sigur móti einum av toppkandidatunum til meistaraheitið, og kunnu enn avgera alt sjálvir
FLOGBÓLTUR
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Sum settmunurin eisini vísir, vóru fyrstu trý settini rættuliga jøvn, og kundu í veruleikanum farið báðar vegir. Gestirnar vunnu tað fyrsta og triðja, og SÍ vann næsta, fjórða og ræðandi fimta settið.
Javnur dystur í fýra settum
Tey fyrstu trý settini vóru rættuliga lík, har SÍ byrjaði betur, fyri síðani at steðga á eina løtu, meðan so ÍF tók yvirtakið. Ilt var at meta um hvønn vegin úrslitið fór at koppa, og spenningurin var almikil.
Hóast mótgongd í triðja setti, koma SÍ aftur frammum við fýra stigum frá byrjan í fjórða setti. Men stokkut var gleðin. Løtu seinni er javnt, men tá veruliga á stóð, megnaðu vertirnar úr Sørvági at venda settinum á høvdið og vunnu rættuliga trygt.
Hendan vendin í fjórða setti, tóktist at nerva gestirnar úr ÍF somikið, at teir ongantíð veruliga komu í gongd aftur. Áðrenn teir fingu vent sær vóru teir aftanfyri heili 7-0, og tá var settið í veruleikanum avgjørt, og harvið eisini dysturin. SÍ vann seinasta settið í dystinum 15-09, og eru nú aftur í góðari støðu til meistaraheitið. ÍF eru hinvegin dragnaðir eitt sindur, og tola ikki at tapa tað heilt stóra afturat, skal tað vera teimum lív lagað í stríðnum um meistaraheitið.
Úrslitini
Meistaradeild kvinnur
SÍ-Mjølnir 3-0 (25-22, 25-18 og 25-18)
SÍ-Dráttur 3-1 (25-21, 20-25, 25-23, 25-15)
Fleyr-TB 1-3 (25-15, 21-25, 16-25, 14-25)
Dráttur-TB 3-1 (25-20, 25-13, 24-26, 25-17)
Meistaradeild menn
SÍ-ÍF 3-2 (22-25, 25-23, 23-25, 25-18, 15-09)