Tveir sáttmálar í B36

Formulahópurin hjá B36 er nú við at forma seg. Tveir upprunaligir B36´arar, sum hava verið partar av formulahópunum hjá HB og EB/Streymi seinastu árini, hava nú skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, B36. Sambært Portalinum skrivaðu Tróndur Vatnhamar og Fróði Clementsen nevnliga undir sáttmálar í farnu viku. Báðir hava teir sín uppruna í B3. Tróndur Vatnhamar hevur tó spælt við HB seinastu árini, meðan Fróði Clementsen, sum eisini hevur spælt við B68, hevur spælt við AB og EBS/treymi seinastu kappingarárini.