Teir eru sendir avstað í russiskum rúmdarhylki frá eini støði í Kasakhstan. Tveir kosmonautar og ein astronautur eru í morgun okkara tíð sendir av stað ímóti altjóða rúmdarstøðini (ISS).
Teir eru sendir avstað í russiskum rúmdarhylki frá eini støði í Kasakhstan.
Kosmonatuatrnir frá russisku rúmdarstøðini, Rocosmos, eru Sergej Ryzjikov og Sergej Kud-Svertijkov. Kosmonautur er russiska heitið fyri astornaut, sum vit á føroyskum kalla rúmdarfólk.
Saman við teimum er rúmdarkvinnan Kathleen Rubins frá amerikansku rúmdarumsitingini, Nasa.
Beinleiðis myndir frá teimum rúmdarfeløgunum vísa, at rakettin við rúmdarhylkinum og tey trý rúmdarfólkini eru skotin av stað klokkan 6:45 okkara tíð.
Ein sjónvarpsviðmerkjari frá Nasa segði í sambandi við útsendingina, at alt gekk sum tað skuldi. Og Roscosmos hevur boðað frá, at rúmdarhylkið er farið í ringrás um Jørðina.
/ritzau/AFP











