Tveir rebellar hittast í Føroyum

Tey eru gentan uttan skomm og drongurin, sum ikki tímdi at ganga í skúla

Hóskvøldið verður eitt tiltak um aktivismu, um at vísa dirvi, um at krevja rættvísi og um týdningin av sosialari aktivismu. Tað er Amnesty Ung, sum skipa fyri og tey hava fingið tveir fyrilestrahaldarar til Føroya at greiða ffrá. 

 

Á skránni eru framløgur frá Nancy Herz, aktivisti og samfelagskjakara, og Mousta Mou, menniskjarættindaverja og sakførara.  Amensty skrivar, at menniskjarættindi eru undir søguligum hørðum trýsti. Milliónir av fólki liva í ótta, orsakað av hóttanum, harðskapi og hatri. Orsakað av brotum á altjóða lóg og grundleggjandi menniskjarættindi. Men tá politiska skipanin og stjórnir kring heimin svíkja, so talar fólkið at.

 

 

Amnesty International vísti á árið 2017, sum árið hjá sosialari aktivismu. Árið, tá fólk í hundraðtúsundatali hava mótmælt á gøtunum og á sosialu miðlunum. Womens march, #metoo#neveragain og #timesup eru dømi um sosiala aktivismu, sum verurliga hevur fest seg og bæði flutt mørk og broytt lógir. 

 


- Men hvat er aktivisma? Hvat er ein gerandisaktivistur? Hvussu kan EIN persónur gera mun, og hvat krevur tað av okkum? Hví er tað neyðugt, vigtigt og átrokandi at hava aktivistar í samfelagnum? Hevur tú DIRVI til at siga tína meining? Er tað neyðugt at siga hana hart? Hvussu kann eg hjálpa onkrum, uttan at standa fremst í eini mótmælisgongu? Hvussu skipar mann eina mótmælisgongu? Alt hetta kunnu vera viðkomandi spurningar til tey bæði Nancy og Mousta, sum sjálvi fara greiða frá um sína aktivismu og sítt íkast til samfelagskjakið, skrivar Amnesty um tiltakið. 

 

 

 

Nancy Herz er 20 ára gomul og kent navn í Noregi. Hon hevur saman við øðrum skrivað bókina “Skamløs”, sum snýr seg um sosialt og kropsligt kontrol og um, hvussu hesar ungu kvinnur hava fingið ovmikið av at skula liva upp til væntanina um ta vøkru, friðarligu gentuna. Nancy tosar um talufrælsi og um, hvussu vit ikki kunnu velja og vraka hvønn part av talufrælsinum vit tola. “Um onkur biður meg tiga, so knalli eg nevan í borðið og rópi enn harðari”, sigur Nancy. Hon varð í 2015 kosin ársins menniskjarættindaaktivistu<wbr />r av Amnesty International.  

 

 


Moustafa Mahmoud Moustafa er yngsti sakførari í danska kongaríkinum. Tað lá ikki í kortinum, at hann skuldi gerast sakførari; hann var rebelskur og illsintur, tímdi illa at ganga í skúla og endaði ofta í bardaga. Men alt hetta fekk eina vend, og í dag kann hann kalla seg yngsta sakførara í ríkinum. Umframt at arbeiða sum sakførari, ferðast hann eisini í dag í skúlar og prátar við serliga ungar dreingir um, hvussu eisini teir kunnu koma burtur úr óføri og saktans kunnu vera smartir, frískir og livandi, samstundis sum teir tryggja sær eina góða útbúgving.