Tveir írar landa í Fuglafirði

Írsku systirskipini Father McKee og Brendelen landaðu størstu nøgdirnar til Havsbrún í fjør. At kalla øll veiðan hjá teimum var lítla fiskaslagið havgøltur. Havsbrún í Fuglafirði, sum hevur verið stongt seinastu tríggjar vikurnar, er nú klárt at taka ímóti fiski aftur. Teir tríggir dampketlarnir á virkinum hava verið til høvuðssýn, og í gjár vórðu teir trýstroyndir, soleiðis at virksemið nú kann fara í gongd aftur.

Fyrstu skipini, sum landa í Fuglafirði í hesum árinum, eru írsku systirskipini, Father McKee og Brendelen. Tey komu ætlandi á Fuglafjørð í kvøld við umleið 1200 til 1300 tonsum í part av lítla fiskaslagnum, havgølti.

Father McKee og Brendelen eru ikki ókend á Fuglafirði, og í farna ári vóru tað hesi bæði skipini, sum tilsamans landaðu nógv tær størstu nøgdirnar til Havsbrún.

Av føroysku skipunum, royndust landingarnar hjá Fagrabergi drúgvastar og samlaðu nøgdirnar, sum Fagraberg landaði í Fuglafirði í 2009, vóru umleið 17.000 tons.

Tá írsku systirskipini landaðu í Fuglafirði seinastu ferð í 2009, fóru tey upp um nøgdirnar hjá Fagrabergi og gjørdust soleiðis ? eisini hvør sær ? størsti veitari av rávøru til virkið.

Hartvig Joensen á Havsbrún sigur, at av eini samlaðari ráfiskanøgd hjá Havsbrún í fjør upp á 120.000 tons, landaðu Father McKee og Brendelen meiri enn 30.000 tons. Av hesum vóru 2.200 tons sild og restin havgøltur.

.