Tveir persónar vóru ólátaðir móti løgregluni

Tað kostar eina bót at vera ólátaður og bróta skilhaldsreglarnar

Beint fyri klokkan 04 í nátt var rok í miðbýnum í Havn. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at øgiliga nógv fólk var í býnum, og at tað var – sum skrivað stendur í døgnrapportini – "ringur stemningur millum gruperingar". Løgreglan var í gøtunum, og har bleiv ein maður handtikin og skuldsettur fyri at vera harðligur.

– Hann var tikin inn á støðina at sova og er skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglarnar, sigur vakthavandi.

Av tí at hann var harðligur fær hann tað hægri bótina, sum er 3.000 krónur.

Eisini í Klaksvík vóru boð eftir løgregluni beint eftir klokkan 04, har ein maður leikaði í. Hann vildi ikki siga løgreglunni, hvør hann var, og tað fær hann eina bót fyri. Hann var handtikin og settur í klivan í Klaksvík, har hann hevur sovið í nátt.

Vakthavandi sigur, at nógv fólk hava verið úti í nátt, og at løgreglan hevur roynt at verið nógvastaðni, men fær sum vera man ikki verið allastaðni í senn.