Tveir ógvuliga ymiskir hálvleikir hjá NSÍ

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Trygvi Mortensen upplivdi sínar menn sørar í fyrra, og flúgvandi í seinna hálvleiki

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við Trygva Mortensen, høvuðsvenjara hjá NSÍ, aftaná 6-0 stórsigurin hjá NSÍ ímóti EB/Streymi við Løkin í Runavík.

 

Trygvi upplivdi sínar menn frá tveimum síðum í tveimum hálvleikum. Fyrri hálvleikur varð málleysur, har EB/Streymur rakti træverkið á tveimum sinnum. Í seinna hálvleiki vóru NSÍ-arnir flúgvandi, og skoraðu seks mál.

 

Trygvi er glaður fyri góðu upptaktina til steypafinaluna ímóti Víkingi komandi leygarkvøld. Hann heldur ikki, at nakar týdningur skal leggjast í, at Víkingur í landskappingini hevur vunnið 3-1, 4-2 og 5-1 á NSÍ. Finalan er ein einstakur dystur, sum er leysur av tí, sum hent er áður í ár.