Tveir nýggir tilburðir í gjár

Tað er óvist nær annar av teimum er smittaður

 

 

Tveir nýggir smittutilburðir av koronu vórðu staðfestir í gjár, týsdagin. Tað vísa nýggjastu tølini frá Landslæknanum.

 

Tað eina fólkið  hevur verið uttanlands, og fekk staðfest smittuna tá ið viðkomandi varð kannað tá ið tað kom ti Føroya. Tað er framvegis ikki greitt, hvussu hitt fólkið er smittað.  

 

Í gjár vórðu 780 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru greinaðar. Tilsamans eru 279.719 koronu-kanningar nú gjørdar í Føroyum.

 

Tilsamans hava 723 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum og at teimum eru 677 fólk frísk aftur Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Tað merkir, at í løtuni eru 45 fólk smittað við koronu, og 395 fólk eru í sóttarhaldi.