Mánakvøldið hevði svimjifelagið Ægir sín árliga aðalfund, har millum annað nevndarval var á skránni.
Dann Hjelm og John D. Olsen tóku ikki við afturvalið og í teirra stað komu Josef Jacobsen og Rannvá Sigfríðsdóttir. Formaður í nevndini er Símun á Høvdanum og eykalimir eru Oluffa á Høvdanum og Carsten Wigant Andersen.
Í tíðindaskrivi skrivar felagið, at tað fíggjarliga hevur gingið niður á bakka í fleiri ár, men tey vænta, at gongdin vendir í komandi kappingarári.
Upplýst verður eisini, at Ægir hevur fyri fyrstu ferð í søgu felagsins fingið ein útlendskan venjara, Jaime Arro, sum er frá Meksiko. Hetta hevur gjørt at limatali er økt munandi og er ætlanin tann, at Jaime skal fáa Ægir aftur á fremstu rok innan føroyska svimjing.