Tveir nýggir deildarleiðarar á Havstovuni

Tann 1. februar 2024 tekur Eydna í Homrum við sum deildarleiðari á nýskipaðu Tilfeingisdeildini á Havstovuni og Helga Bára Mohr Vang tekur við sum varaleiðari á nýskipaðu Tilfeinigsdeildini á Havstovuni

 

 

 

Eydna í Homrum er 49 ár, útbúgvin havlívfrøðingur frá lærda háskúlanum í Gøteborg í Svøríki. Í 2012 vardi Eydna doktararitgerð á Fróðskaparsetrinum um føroyska upsan, men hevur síðani fyrst og fremst starvast við sild. Eydna, sum hevur starvast á Havstovuni síðan 2007, tekur við eftir Jan Arge Jacobsen og Petur Steingrund, sum seinastu mongu árini hava verið deildarleiðarar á ávikavist Uppsjóvardeild og Botnfiskadeild. Hesar deildirnar eru nú umskipaðar til eina Tilfeingisdeild. Jan og Petur halda báðir fram sum fiskifrøðingar á Havstovuni.

 

Nú deildirnar eru samanlagdar, takkar Havstovan báðum fyri drúgva tænastu sum deildarleiðarar.

 

Helga Bára er 38 ár, útbúgvin lívfrøðingur frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009 og kandidat, við sergrein í umsiting og stovnsmeting, frá Aarhus Universitet í 2014. Helga Bára hevur starvast á Havstovuni síðan 2014. Í starvinum á Havstovuni hevur Helga Bára arbeitt eitt tíðarskeið á fyrrverandi Uppsjóvardeildini, men nú í fleiri ár á fyrrverandi Botnfiskadeildini, serliga við stovnsmetingum av botnfiski.

 

##med2##