Nakrar ummøbleringar fara fram í tinginum, nú nýggj samgonga er skipað. Summi missa sín sess í tinginum, meðan onnur taka sæti á løgtingi.
Hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum er talan um, at trý nýggj fólk koma á ting, og hjá Tjóðveldi og Miðflokkinum fara ávikavist fýra og eitt fólk úr tinginum.
Tað verða Bjarni Djurholm, Heðin Zachariassen og Óli Breckmann, sum eiga plássini á fólkaflokslistanum, meðan Marjus Dam, Helgi Abrahamsen og Jaspur Vang standa til at taka sætið á tingi fyri Sambandsflokkin.
Hetta hendir sjálvandi út frá teirri fyritreyt, at hesir báðir flokkarnir velja síni landsstýrisfólk innan fyri tingmanningarnar.
Nýggju fólkafloks umboðini hava øll drúgvar royndir í politikki, Bjarni eisini úr Tinganesi. Óli Breckmann er tann tinglimurin, sum hevur sitið longst á tingi av hesari tingmanningini.
Hinvegin eru Helgi Abrahamsen og Jaspur Vang nýggir í tinghøpi sum valdir tinglimir. Teir hava tó báðir sitið á tingi sum avloysarar.
Páll ivasamur
Tríggir av fyrrverandi landsstýrisfólkunum hjá Tjóðveldi taka nú aftur sæti á tingi. Høgni Hoydal, sum umsat uttanríkismál, Bjøet Samuelsen fráfarin vinnumálaráðharri og Tórbjørn Jacobsen, nú fyrrverandi fiski- og tilfeingisráðharri.
Hetta troðkar so Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Olgu Biskupstø úr tinginum. Og av tí, at Sjúrður Skaale hevur røkt fólkatingsarbeiðið burturav og ikki hevur verið tinglimur, hevur Finnur Helmsdal, tó seinast Olaf í Garði Joensen sitið á tingi, men hesir missa so nú sín sess.
Enn er eitt sindur óvist, hvussu verður við Páll á Reynatúgvu, tí Høgni Hoydal hevur ikki enn tikið støðu til, um hann fer at røkja fólkatingsarbeiðið burtur av, ella hann fer at røkja tingarbeiðið samstundis.
Eisini Tordur Niclasen missir sín sess á tingi, nú Karsten Hansen fer úr Fíggjarmálaráðnum og aftur í tingið
So alt í alt verður talan um rættiliga fitt av útskiftingum í løgtinginum, og bert Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin varðveita sínar tinglimir