Tveir nýggir næmingar í Funningsfirði

Sjey næmingar ganga í løtuni í barnaskúlanum í Funningsfirði, sum Funningsfjørður og Elduvík eru saman um

Skúli

Tá ið skúlarnir byrjaðu aftur mánamorgunin, fóru tvey børn fyri fyrstu ferð í skúla í Funningsfirði. Børnini eru Torkil Hansen og Rebekka Rasmussen, sum bæði búgva í Funningsfirði.
Funningsfjørður og Elduvík, sum enn eru ein kommuna, eru saman um skúlan í Funningsfirði, men í ár er eingin næmingur úr Elduvík í fyrsta flokki.
Lærari við skúlan er Emil Jacobsen. Hann er av Skála.

Sjey børn

Í ár eru sjey skúlabørn í Funningsfirði. Fimm eru úr Funningsfirði og tvey úr Elduvík.
Tvey børn eru í fyrsta flokk, tvey í øðrum flokki, tvey í triðja flokki og ein næmingur er í fjórða flokki.
Skúlin í Funningsfirði tekur næmingar upp til og við sjeynda flokk, men eingi børn eru í løtuni í fimta, sætta og sjeynda flokki.
Tá ið næmingarnir fara úr sjeynda flokki, fara teir á framhaldsdeildina í Runavíkar skúla ? og í løtuni ganga tveir næmingar úr Elduvíkar kommunu í níggjunda flokki í Runavík.