Tveir nýggir komu á listan

.Í níggju Europa Cup dystum hava 36 leikarar umboðað KÍ

Mikukvøldið royndu klaksvíkingar seg í Europa Cup fyri 9. ferð. Talan var um fimta dystin á heimavølli. Vánaligasta úrslitið var í fjør tá Grazer AK eyðmýkti KÍ við at vinna 5-0. Besta úrslitið var í 1995, tá KÍ vann 3-2 á Maccabi Haifa, og Olgar Danielsen skoraði øll málini. Í trimum teimum fyrstu heimadystunum í Europa Cup skoraði KÍ: 1-3 móti Skonti RIga, 3-2 móti Maccabi Haifa 2-3 móti Újpesti Budapest. Nú hava klaksvíkingar spælt 180 minuttir í Europa Cup á Svangaskarði uttan at hava skora.


Óroyndu menninir

Tríggir spælarar hava verið við í øllum nýggju Europa Cup dystunum hjá KÍ: Jan Andreasen, Harley Bertholdsen og Jan Joensen.

Mikukvøldið vóru tveir spælarar millum teir fyrstu ellivu, sum frammanundan bara høvdu spælt nakrar fáar minuttir í Europa Cup. Teir eru Ove Nysted, sum í fjør spældi tíggju minuttir ímóti Grazer AK, og Niclas Niclasen, sum í 1997 spældi fimm minuttir ímóti Újpesti Budapest.


Nýggju menninir

Tveir spælarar vóru mikukvøldið fyrstu ferð í Europa Cup dysti. Tað vóru Kristian á Lakjuni og Símun Joensen. Ætlanin var, at Kristian, sum hevur verið plágaður av einum liðbandsskaða í fótlinum, skuldi vera við byrjunaruppstillingini, men hann varð eitt sindur skaddur fyrrapartin dystardagin. Bæði Kristian og Símun komu á vøllin í seinna hálvleiki.

Símun Joensen fylti 17 ár mikudagin. Hinir klaksvíkingarnir sungu fyri honum og góvu honum beinskinnarar í føðingardagsgávu. Sambært okkara hagtølum er Símin Joensen yngsti KÍ spælarin nakrantíð í Europa Cup. At spæla altjóða fótbólt er kortini ikki nakað nýtt fyri Kristian og Símun. Teir hava báðir spælt nógv á ungdómslandsliðunum, og teir fara seinni í ár at royna seg í EM undankapping fyri U-18 landslið.

Ein annar ungur klaksvíkingur, Hjalgrím Eltør, sat á beinkinum mikukvøldið. Kanska hann fer at fáa møguleikan í Beograd mikukvøld ið.