Tveir nýggir dagstovnar

Í Runavíkar kommunu verða tveir dagstovnar bygdir um somu tíð – ein á Skála og ein í Søldarfirði

Børn

 

Runavíkar kommuna letur tveir dagstovnar byggja í løtuni. Annar er á Skála og varð reistur fríggjadagin. Hin er í Søldarfirði, og har er stoypiarbeiði júst liðugt. Nú verða kloakkir lagdar í Søldarfirði, og síðan heldur arbeiðið fram.

Tað er Búsetur, sum hevur gjørt hesar verkætlanir fyri Runavíkar kommunu og hevur tillagað tær eftir ynskjum hjá kommununi.

Arbeiðstakararnir, sum arbeiða undir Búsetur á Skála og í Søldarfiðri, eru teir somu.

Tað er Stoyp, sum ger betongarbeiði, meðan JHR-entreprenørar gera alt kloakkarbeiði.

Hvs-arbeiðnum stendur Zacharias Leitisstein fyri, og LM Electric ger el-arbeiði.

Runavíkar kommuna hevur sjálv staðið fyri planeringsarbeiðnum í Søldarfirði.

Nú Búsetur stendur fyri báðum byggingunum, verður arbeiðið skipað soleiðis, at so hvørt, sum ein arbeiðstøka er liðug á Skála, verður arbeitt víðari í Søldarfirði.

Dagstovnarnir á Skála og í Søldarfirði eru so gott sum eins, bæði uttan og innan, og báðir fara teir at rúma 60 børnum.

 

Drúgvar royndir

Búsetur hevur drúgvar royndir innan bygging av stovnum og millum aðrar dagstovnar, sum felagið hevur projekterað og bygt, eru dagstovnarnir á Hamrinum á Argjum og dagstovnurin á Velbastað.

Felagið hevur annars bygt røktarheim, skúlar, fjós, sethús og hevur staðið fyri totalrenoveringum av fleiri stórum bygningum.

45 fólk starvast í løtuni hjá Búsetur, harav 8 fólk starvast í Eysturoynni og 4 í Vágum.