Tollakur Joensen og Hanna Jensen eru komin í bygdaráðið í Gøtu, nú Páll Isholm og Poula Gregersen eru í farloyvi Sambært heimasíðuni hjá Gøtu kommunu er bygdaráðið vorðið umskipað, nú tveir av limunum eru í farloyvi.
Tey, sum eru í farloyvi, eru Páll Isholm og Poula Gregersen. Í teirra stað eru komin Tollakur Joensen og Hanna Jensen.
Í sambandi við umskipingina eru eisini nakrar broytingar farnar fram í kommunalu nevndunum.
Á heimasíðuni www.gota.fo verður kunnað um, hvussu ymisku nevndirnar í Gøtu bygdaráð nú eru mannaðar.