Í morgin, leygardagin, verður móttøku í tveimum nýggjum barnagørðum í Runavíkar kommunu. Annar á Skála, hin í Søldarfirði. Í samband við at nýggju barnagarðarnir á Skála og í Søldarfirði eru tiknir í brúk, verður høvi hjá almenninginum at síggja barnagarðarnir leygardagin.
Í hesum sambandið verður boðið til almenna móttøku í Søldarfirði frá klokkan 13 ? 15 og á Skála frá klokkan 15.00 - 17.00
Navnakapping hevur verið, og vórðu nøvnini Sellin og Søljuhjarta kosin vinnarar av navnakappingini.
Á Skála eitur tað nú: Barnahúsið Sellin
og í Søldarfirði: Náttúrubarnagarðurin Søljuhjarta
Tað er Tórbjørn Jacobsen sum átti uppskotið Sellin og Kára Løkin sum átti uppskotið Sóljuhjarta
- Øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið í barnagørðunum leygardagin, sigur Runavíkar kommuna.