Havnanevndin hevur sett pening av á fíggjarætlanini til at gera tveir bátadráttir í kommununi - ein í Klaksvík og ein á Borðoyarvík.
Um nakrar dagar verður avgerð tikin um, júst hvar dráttirnir skulu vera.
- Sjálvt um tað eru hópin av bátum í Klaksvík, so eru ongir dráttir gjørdir til stuttleikabátar og aðrar
smærri bátar til at fáa bátin upp við vogni, sigur Atli S. Justinussen, formaður í Havna- og Vinnunevndini.
Nú hevur Havnanevndin gjørt nakað við hetta málið, soleiðis at bátaeigararnir fáa so góðar umstøður sum gjørligt.
Nær dráttirnir vera klárir, er ikki greitt enn. Men sambært Atla Justinussen hevur hetta málið skund.
- Eg skal so gera alt tað eg kann, fyri at fáa hetta arbeiðið ígongd skjótast gjørligt, sigur hann.