Tveir mans vilja verða formaður

Veljast kann líka til í mars mánað

Tað er nú greitt, at tá í Maskinmeistarafelagið hevur aðalfund í mars, fáa limirnir tveir mans at velja ímillum, tá ið teir skulu velja formann. Verandi formaður, Tummas Eli Høj Joensen, stillar upp aftur, men so er ein, sum stillar upp ímóti honum, og tað er Arnfinn Bech, sum er tekniskur leiðari á Strandferðsluni.

 

Annars eru trý valevni til nevndarvalið, og tey eru:

 

Regin Meyer Olsen í Klaksvík

Mortan Sólheim Olsen í Klaksvík

Arnfinn Bech á Tvøroyri

 

Maskinmeistarafelagið sigur í tíðindaskrivi, at tað ber til at atkvøða frá nú og líka til aðalfundurin verður.