Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at yvirhøvur hevur tað verið ógvuliga friðarligt.
Kortini eru tveir mans tiknir á hjólum við ov høgari promillu, annar koyrdi prutl og hin koyrdi bil.
Mitt nátt steðgaði løgreglan einum prutli í Havn við tveimum unglingum á. Tað er ikki loyvt at tvey fólk sita á prutli, men tá ið løgreglan hevði steðgað teimum, varnaðust tey, at førarin var rættiliga ávirkaður. Eins og tað er bannað at koyra bil við kenning, er tað eisini bannað at koyra prutl við kenning, so blóðroynd er tikin av føraranum, og hann kann so vænta at missa koyrikortið til prutl.
Og tíðliga í morgun varð boðað frá einum ferðsluóhappi í Eysturoy, har ein bilur hevði rent í bilaverjuna framvið vegnum. Tá ið løgreglan kom á staðið, var bilførarin einsamallur í bilinum, og tað vísti seg, at eisini hann var ávirkaður. Sostatt varð blóðroynd tikin av honum, og tað málið gongur so sína gongd.
Annars var nakað av vindi í gjár og í tí sambandi sleit ein bátur í bátahylinum í Oyndafirði, men tað fekk sløkkilið boð um, so tey bjargaðu støðuni, áðrenn skaði stóðst av.
Og seinnapartin í gjár varð løgreglan eisini boðsend at fara út á Glasir í Marknagili. Fólk hava funnið útav, at tað er serliga gott at standa á renifjøl í Glasi, so tað stuttleikaðu nøkur fólk sær við í gjár. Løgreglan gav Landsverki, sum stendur fyri byggingini, boð um hetta, men tá ið fólk frá Landsverki nærkaðust, hildu tey til beins úr Glasi og rýmdu í bili.