Seint í gjárkvøldið tók løgreglan tveir mans afturat í sambandi við óvanliga grova álopið á ein mann á vegamótinum Íslandsvegur, Landavegur, seint fríggjakvøldið.
Les eisini: Maður álopin og illa særdur í Havn í nátt
Har varð ein maður álopin við tí, løgreglan heldur var øks, knívi og einum gággara. Hann var so illa særdur í álopinum, at støðan var hættislig, tá ið hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið. Har kom hann undir viðgerð alt fyri eitt og tað eydnaðust teimum at fáa tamarhald á støðuni.
Stutt eftir vórðu tveir mans tiknir og teir vórðu førdir fyri rættin í gjár, har teir vórðu skuldsettir fyri drápsroynd og úrslitið varð, at teir vórðu varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, harav teir skulu sita avbyrgdir í eina viku.
Les eisini: Tveir mans skuldsettir fyri drápsroynd
Men løgreglan arbeiddi alla tíðina við tí í huga, at fleiri fólk vórðu uppi í álopinum. Tey vistu eisini hvørji teir vóru og í gjárkvøldið vórðu tveir mans handtiknir afturat.
Annar av teimum er skuldsettur fyri at hava verið við í álopinum, men enn er støða ikki tikin til um hin eisini verður tað.
Maðurin, sum varð álopin, liggur framvegis á Landssjúkrahúsinum, men nú er støðan batnað, og løgreglan sigur, at eftir umstøðunum hevur hann tað gott.
Hann er nú so frægur, at tað hevur borið til hjá løgregluni at avhoyrt hann leysliga um tað, sum hendi og løgreglan roynir nú at greiða træðrirnar fyri at koma til botns við málinum.