Tveir mans fingu út við 12.000 pund á 35 línum!

So nógv rúgvaði fiskurin upp í glastrevjabátinum, at teir vóru noyddir at biðja ein annan bát, sum eisini var á útróðri hendan dagin, um at læna sær kør. Men hetta var heldur ikki nóg mikið til at rúma øllum fiskinum. Lastin var á tremur, fýra kør stóðu full á dekkinum, og haraftrat høvdu teir leysan fisk í bátinum

Útróður

Tað er hugaligt at vera útróðrarmaður, tá ið tað gongur væl. Livir tú av tí, sum upp úr havinum kemur, verður úrtøkan altíð skiftandi alt eftir árstíðini, fiskiskapi og fiskaprísum.
Um 18.45-tíðina mikukvøldið løgdu tveir sera væl nøgdir útróðrarmenn, Páll Højgaard og Janus Fossdalsá, til bryggju á Toftum í glastrevjabátinum, Trúgva.
Fongurin var stórfingin, má sigast.
Á 35 línum høvdu teir fiskað millum 11.000 og 12.000 pund ella eini 370 pund á hvørji línu.
Av veiðini var eini 7.000 pund toskur, restin var hýsa.
Páll Højgaard, sum er bátsformaður, sigur, at slagið var gott, har línan kom niður á djúpari vatn, men uppi á tí grynra vatninum, var toskurin heldur smærri.
- Hetta er góður fiskur, og vit vænta at selja fyri einar 80.000 og 100.000 krónur á Fiskamarknaði Føroya.
Páll og Janus settu línuna á leiðini við Skálvíksgrynnuna, og teir lata óføra væl at fiskiskapinum.
- Jú, hendan setan royndist óføra væl og er ein tann besta, eg havi gjørt, segði bátsformaðurin, tá ið Sosialurin hitti hann í bátinum stutt eftir, at teir høvdu lagt til bryggju.
Lagið var gott, og uppi á bryggjuni tók landformaðurin, Jens Olsen, ímóti stampunum, sum saman við tí nógva fiskinum fyltu nógv upp í bátinum.
Í lastini, sum var á tremur, høvdu teir 14 kør, fýra kør stóðu full á dekkinum, og haraftrat høvdu teir leysan fisk á dekkinum.
So nógv rúgvaði fiskurin upp í bátinum, at teir vóru noyddir at biðja ein annan bát, sum eisini var á útróðri hendan dagin, um at læna sær kør, og haðani fingu teir fýra kør aftrat, sum heldur ikki var nóg mikið til at rúma øllum fiskinum.
Páll sigur, at øll línan var egnd við feskari og livandi gággu, sum ongantíð hevði verið fryst, og tað vísti seg, at teir, sum egndu frysta gággu, fingu munandi minni.
- Vit keypa gágguna av Oyri, og samanbera vit prísin við prísin á høgguslokki, er bíligari at egna við gággu, sigur hann.
Tá ið tveir mans eru á báti, er vanligt, at tann eini stendur við rulluna, meðan hin kryvur.
Rúgvan, sum Páll og Janus fingu við Trygva mikudagin, er líka stór sum ein vanlig seta hjá einum stórum línubáti, sum hevur fleiri enn 10 mans umborð.
Hetta merkir, at tað hevur verið nógv at kruvt hjá manninum, sum hevur staðið við pavnin, og nógv arbeiði hevur verið av at fingið fiskin í lastina.
Veðrið var gott mikudagin, men sum dagurin leið, frískaði hann vindin av suðri, sum seinni gekk upp í útsynning.
Páll Højgaard sigur, at báturin var so tungur, at sjógvurin stundum gekk um rútarnar, tá ið teir komu inn um Borðuna.
- Men alt gekk væl, og blíðkar hann veðrið aftur í morgin, sum vit vænta, at hann ger, fara vit avstað aftur í morgin, segði bátsformaðurin mikukvøldið.