Tveir mans fingið sekkin í týskum stórfelagi

Í Schalke 04 er tað óvanliga hent, at tveir leikarar eru blivnir uppsagdir

Sunnudagin tapti týska Schalke 04 0-2 ímóti FC Köln. Týska stórfelagið hevur bert vunnið ein út av teimum seinastu 8 dystunum og er dottið niður á eitt sætta pláss í týsku Bundesligaini

 

Ringa gongdin hevur elvt til rumbul í felagnum. Í gjár kunngjørdi felagið, at tveir leikarar, Kevin-Prince Boateng og Sidney Sam, hava fingið durafjóringin frá felagnum. Orsøkin sigst at vera samstarvs- og hugburðstrupulleikar. Formaðurin í felagnum, Clemens Tønnies greiðir soleiðis frá avgerðini um at sparka leikararnar úr felagnum.

 

- Boateng gevur ofta øðrum skyldina, tá ið okkurt gongur galið, ístaðin fyri at taka ábyrgd sjálvur. Í sínum fyrsta ári í felagnum var hann góður, men síðani er ljósið sløknað í honum. Hann hevur ikki hjálpt liðnum, men heldur gjørt støðuna enn verri, enn hon var frammanundan, sigur formaðurin í Schalke við týska tíðindablaðið Bild.

 

Kevin-Prince Boateng hevur áður verið ein profilur í AC Milan og eisini spælt nógvar dystir á landsliðnum hjá Gana. Sidney Sam er heldur ikki ein heilt ókendur leikari á altjóða fótbóltspallinum. Hann hevur leikt fimm landsdystir fyri týska landsliðið.