Seinastu dagarnar eru tveir føroyskir sjómenn í bestu árum deyðir umborð skipi.
Tað er í sjálvum sær ein sorgarleikur. Men tað, sum hevur loypt hvøkk á fólk, er, at báðir vóru teir við sama skipi, og tað hevur fingið leysasøgur um mangt og hvat at ganga. Talan er um tveir mans, við Palla hjá Marionnu, ið fiskar í Suðurlantshavi, sum brádliga hevur mist tveir av manningini.
Sunnudagin í farnu viku doyði 39 ára gamli Aksel Olsen í Hvalba meðan Palli hjá Mariannu var í Mauritius og landaði. Og seinni í vikuni doyði 40 ára gamli klaksvíkingurin Gunnar Mørkøre meðan skipið var á veg aftur til Fiskiskap.
Teir vóru akkurát farnir út um morgunin. Men seinni um dagin bleiv hann sjúkur. Boð vórðu beinanvegin send eftir hjálp og Gunnar varð heintaður við Tyrlu. Men hann stóð ikki til at bjarga.
Náttúrligar orsøkir
Hesar báðar hendingarnar hava fingið gongd á leysasøgur um mangt og hvat, báði um hitaslag, smittuberandi sjúku og s.fr.
Men Kristian Martin Rasmussen, reiðari í Klaksvik avsannar allar leysasøgur.
Hetta vóru tvær syrgligar hendingar. Men nú, læknarnir hava staðfest deyðsorsøkirnar, er púra greitt, at báðir doyði teir av náttúrligum orøkum, sigur reiðarin
Hann sigur, at teir vóru báðir sjúkir. Aksel Olsen hevði herviligan lungnabruna báðumegin og Gunnar Mørkøre doyði av innvortis bløðingum. Kristian Martin Rasmussen sigur, at tískil var hvørki talan um hitaslag ella pest.
Hann sigur, at sjálvandi varð hugsað um báðar møguleikarnar, men teir hava læknarnir víst aftur. Myndugleikarnir arbeiddu við tí møguleikanum, at talan var um onkra herviliga sjúku, sum var farin at ganga umborð, men tann møguleikin varð slept beinanvegin, deyðsørsøkirnar vórðu staðfestar.