Jákup Pauli Breckmann og Bartal Petersen hava longt sáttmálan á Argjum. Tað boðar felagið frá í kvøld. Teir hava báðir spælt við AB sum ungdómsspælarar og spældu við í fjør.
Tað hevur annars vakt ans, at AB hevur fingið fleiri útlendskar spælarar til felagið. Tí kemur hetta helst væl við hjá teimum, sum sakna onkrar lokalar spælarar í AB. Jákup Pauli Breckmann spælir fyri tað mesta á bakkinum, meðan Bartal Petersen bæði er brúktur sum miðvallari og áleypari.
Argjamenn byrja kappingarárið móti HB á heimavølli.











