- Nagy hevði trupulleikar í heimlandinum og kemur ikki aftur, og við Svenn komu vit fram til, at tað var best at steðga samstarvinum.
Havgrímur Johannesen, ið er ein av teimum, ið varar av Formulahópinum hjá B36, sigur við Sosialin í kvøld, at Tamás Nagy og Svenn F. Jacobsen ikki longur eru partur av hópinum hjá árstalsfelagnum.
Hann leggur aftrat, at B36 hevur fingið tveir nýggjar og góðar mans í staðin, og sipar til landsliðsleikaran Súna Olsen og enska áleyparan Sam Melson.